Sjálvnøgdir stjórar

Ein amerikonsk kanning vísir, at flestu stjórarnir eru av teirri fatan, at tað gongst væl hjá teimum í starvi sínum. Hinvegin vísir sama kanning, at starvsfólkini undir stjórunum langt í frá hava somu fatan. 92% av stjórunum hildu seg annars gera eitt “fantastiska gott” ella “sera gott” arbeiði. “Fantastiskt” var tó ikki tað, sum starvsfólkini nýttu, men 67% søgdu hóast alt, at stjórin gjørdi eitt gott arbeiði. 23% hildu, at arbeiði var á eini leið, meðan seinastu 10% hildu, at stjórin gjørdi eitt vánaligt arbeiði.