Sjálvmálið ávirkaði ikki Símun neiligt

Símun Joensen var harmur um, at hansara fyrsta sjálvmál í fremstu fótbóltsdeildini skuldi falla í einari grannauppgerð ímóti HB. Men hann lat seg ikki sláa út av hendingini, tá hann var so óheppin at verða atvoldin til, at HB javnaði til 1-1, sum gjørdist endaliga úrslitið millum HB og B36.

 

Símun hevur eisini rós at bera sínum liðfeløgum, sum hann upplivdi jaligar og stuðlandi, og tað gav honum styrki til at díkja á tað, sum eftir var av dystinum. Símun Joensen var nøgdur við, at tað eydnaðist teimum at halda HB frá tí mesta, og, at tað samstundis eydnaðist at koma fram til nógvar málmøguleikar.

 

Saman við Bárði Olsen hjá HB vitjaði Símun Joensen sendingina "3. hálvleikur" hjá Rás2. Bárður Olsen var ikki heilt nøgdur við spælið hjá HB, men helt kortini, at tað var á einari leið at leggja út við einum stigi.

 

Tað ber til at hoyra prátið við Símun Joensen og Bárð Olsen undir greinini.