Sjálvmálið hjá Kringvarpinum

Tað var eitt sjálvmál av teim­um heilt stóru, tá vert­urin í kjak­send­ingini hjá Kring­varp­­inum hós­kvøld­ið um fíggj­ar­karm­ar­nar so arr­o­gant gav pol­i­tikarum og fíggj­ar­karmum skuld­ina fyri, at eing­in tekn­máls­tulk­ur varð sett­ur á send­ing­ina.

Tað var Maria Ell­ef­sen Næss, sum er deyv, ið setti spurn­ing­­in á teknmáli í send­ing­ini – og síðani hevur hetta mál­ið fing­ið nógva um­røðu.

Svar­ið, ið hon fekk, var, at eing­ir pengar eru til end­a­­málið. Men á fíggjarlógini eru mark­að­ar 335.000 krónur til júst hetta endamál.

Í tekst­inum í fíggjarlógini stend­ur: »játtanin er ætlað sum ein public service tæn­asta til teknmálstulking av tíð­ind­a­sendingum á sjón­varps­miðl­inum hjá Kring­varpi Før­oya.”

Kjaksendingin hóskvøldið kann valla definerast øðrvísi enn ein tíðindasending – hon var enntá send í staðin fyri reglu­ligu Dag & Viku. Tað er ikki bara fíggjarlógin, ið bind­ur Kringvarpið til at taka at­lit til tey, ið eru deyv ella tung­hoyrd. Public Service sátt­mál­in, ið stovnurin og Ment­­­a­mál­aøráðið hava und­ir­skrivað, nemur við tað sama. Har stendur í­tøk­i­liga:

Tæn­astur til fólk við breki
Kring­varp Før­oya skal tryggja fólki við breki á­vís­ar tæn­ast­ur. Pu­b­lic ser­v­ice-tæn­ast­ur til deyv og hoyr­i­veik skulu styrkjast.

Tíð­indi skulu tekn­máls­tulk­­ast, tá tey verða send fyrstu ferð ella í seinasta lagi dag­­i­n eftir. Sendingar, ið hava stór­an samfelagsáhuga og –týdn­ing, skulu tekstast og/ella tekn­máls­tulk­ast, eitt nú val­send­ingar í sambandi við løg­tings­val. Miðað eigur at vera ímóti at veita einfaldar alnet­s­tænastur til fólk við sjón- ella hoyribreki.

Nakað heilt annað er so, um deyv­a­tulkurin skal vera sjón­lig­ur á skíggjanum í bein­leið­is kjaksending, ella onn­ur tekn­isk loysn skal nýt­ast. Men tað var ikki spurn­ing­ur­in í útvarpshøllini hóskvøldið – har bleiv spurt, hví eingin tulk­ur var til staðar, og svarið var, at har vóru eingir pengar til tulkin.

Støðan hevur sum nevnt fing­ið nógva umrøðu.

Á fíggj­ar­lógini fyri 2013 eru játtaðar 335.000 krón­ur til teknmálstulking av tíð­ind­a­­send­ing­um í sjónvarpinum.