Sjálvmál hjá Framsókn í Havn

Vóru Janus Rein og Poul Mich­elsen ikki farnir at klandr­ast, ella høvdu tey í Fram­sókn lagt størri dent á upp­still­ing­ina í Havn, so hevði Fram­sókn verið tann fyrsti av teimum smærru flokk­u­num í sekstan ár sum hevði megn­að at koma inn um gátt­ina í Tórshavnar bý­ráð.

Men tað eydnaðist alt­so ikki, tí flokk­urin er átta at­kvøð­ur aft­an fyri sjeynda pláss­ið hjá Javna­ða­r­flokk­­inum. Tað vil siga, at hevði Fram­sókn havt níggju at­kvøð­ur fleiri, so hevði Halla Sam­u­el­sen á sjeynda plássi hjá Javn­að­ar­flokk­i­num fall­ið, og so hevði Ruth Vang ver­ið vald fyri Fram­sókn.

Tað má vera hugstkoytt hjá ein­um nýggjum flokki at kunna staðfesta, at inn­an­hýs­is stríð og ósemja í ein­um spildurnýggjum flokki er orøskin til, at tað mis­­eydn­­aðist hjá flokkinum rætt­i­­­liga at gróðurseta seg í høv­­uðs­­stað­num.

Sum eygleiðarar kunnu vit bara staðfesta, at hevði Poul Micehlsen fingið sín vilja við at stilla Janus Rein upp, so hevði flokkurin kom­ið í Tórshavnar býráð. Ella um Poul Michelsen tók sama stig sum Jenis av Rana og sum floksformaður still­aði upp, so hevði Framsókn eis­ini fingið umboð.

Við øðrum orðum kunnu vit staðfesta, at tapið hjá Fram­sókn er sjálvgjørt – eitt sjálv­mál...