Sjálvboðin samanlegging í Streymoy?

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
----------------


- Persónliga meti eg úrslitið av fólkaatkvøðuni at vera bæði gleðiligt og positivt. At vit fáa eina stóra kommunala eind í Streymoynni er bæði gott fyri Tórshavnar kommunu og fyri Føroya land, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

- Frammanundan arbeiðir stórur partur av fólkinum í økinum í Havn, og tað er bara ein fyrimunur við eini stórari kommunalari eind, har skattapeningurin verður verandi í kommununi, ístaðinfyri sum nú at fara úr kommununi.

- Vestmanna og Kvívík eru vælútbygd øki, og persónliga meti eg tað positivt, at bygdirnar kunnu gerast partur av Tórshavnar kommunu, soleiðis at vit í felag kunnu lyfta tær mongu uppgávur, sum nú verða lagdar út á kommunurnar.

- Eg óttist als ikki eina fólkaatkvøðu í Havn, tí eg kann ikki ímynda mær nakra serliga mótstøðu ímóti, at gott og væl tveytúsund fólk aftrat koma uppí kommununa. Tað er onki at vera bangin fyri. Afturfyri fáa vit eitt stórt og vælútbygt øki uppí kommununa.

- Persónliga síggi eg tað sum ein stóran fyrimun, at Kvívík og Vestmanna kommunur verða innlimaðar í Tórshavnar kommunu, tí ikki bara verður lættari at lyfta í felag, men vit koma at standa sterkari í kappingini móti útheiminum um bæði vitan og vinnu. Og eg meti eisini heimildina til samanleggingina at vera í lagi.

Tað, kommunurnar m.a. hava at halda seg til í hesum sambandi, er sokallaða grøna álitið frá 1998, har staðfest verður, at ”útsynningsstreymoyar kommuna” sum ein nátúrlig landafrøðilig eind fevnir um Vestmanna, Kvívíkar, Kollafjarðar, Tórshavnar, Kirkjubøar, Nólsoyar og Hests kommunur.

Í aðrar mátar er løgtingslóg nr. 12 frá 2007 um sjálvbodnar kommunusamanleggingar einasta galdandi lóg á økinum. Har verður gjørt vart við, at sjálvbodnar samanleggingar eru heimilaðar í økinum, og beinleiðis staðfest, at Vestmanna og Kvívíkar kommunur hava valfrælsi, hvørji eind tær vilja vera partur av.

Málið verður nú lagt fyri Tórshavnar býráð. Heðin Mortensen roknar við, at borgarstjórarnir í teimum báðum kommununum møta at greiða frá teirra støðu, áðrenn farið verður undir eina politiska viðgerð av málinum.