Sjálvandi havi eg ambitiónir at verða næsti kvinnuligi løgmaðurin

Landsstýriskvinnan í mentamálum elskar at síggja sjónleik á palli og sær so nógvar hon røkkir. Hon lesur í løtuni »En kvindes pris« og heldur seg vera ein habilan kokk.

Er tú til hundar ella kettur?
Havi hvørki hund ella kettu – kanska hund. Vermóðir mín segði altíð, at kettur vóru so lúnskar.

Hvør bók liggur á náttborðinum?
”En kvindes pris”: eftir Somaly Mam. Ein ung kvinna úr Cambodia sigur frá sínum lívi, og teimum ræðuleikum hon hevur verið fyri, rænd sum smágenta og seld til prostitutión. Nú hevur hon halgað sitt lív til at hjálpa kvinnum í somu støðu sum hon.

Sær tú allar sjónleikir, sum verða leiktir í Føroyum?
Eg síggi so nógvar sjónleikir sum møguligt – eg elski at síggja sjónleik á palli – bæði í Føroyum og uttanlands.

Hevur tú ambitiónir um at gerast næsti kvinnuligi løgmaður?
Sjálvandi!

Hvat fær tú ongantíð stundir til?
At brodera.

Hvør er tín lívrættur?
Ræstur fiskur við garnatálg og spik er avgjørt mín lívrættur

Metur tú teg sum ein góðan kokk?
Ja, eg haldi at eg dugi væl at gera mat. Tað verður í hvussu so er altíð uppi.

Er tú í høllini til hvønn dyst hjá døtrunum?
Tíverri nei. Men tað er fantastisk at fara til hondbóltsdyst, sjálvt um spenningurin við hvørt er ótolandi.

Hevur tú nøkur frítíðarítriv?
Renni fleiri ferðin um vikuna, og svimji á sjónum so at siga hvønn dag – ella so ofta sum veðurlíkindi eru. (ætlaði ikki at ganga burtur). Eg lesi rættiliga nógv.

Ferðast tú nógv í egnum landi?
Ja eg ferðist nógv í egnum landi. Serliga á sumri fara vit ofta útferðir og gongutúrar ymsa staðni í Føroyum. Náttúruupplivingarnar, sum tú fært í Føroyum fært tú onga aðra staðni í heiminum.

Verður tú framvegis í politikki um 10 ár?
Kanska løgmaður í einum sjálvbjargnum og sosialdemokratiskum Føroyum.