Sjálvandi eiga vit at fara at telja á føriskum aftur

Hugaligt er tað, at einstaklingar í útvarpi og sjónvarpi nú eru farnir at siga tølini á føriskum. Millum ár og dag hevur tað verið havt á orði, at vit áttu at tikið stig til at veitt førisku talorðunum, sum okkara danski skúli í forðum rak á dyr, innivist í málinum aftur. Men so fast hava donsku tølini eins og ókrút grógvið seg inn í okkara mállendi, at hóast orð sum t.d. hálvfjerðs og hálvfems, trusj o.s.fr. mugu skurra illa í oyrunum, so eru tað tó mong, sum veruliga halda, at hesi tøl eru okkara røttu talheitir, og at tað bara eru fanatiskir puristar, sum vilja tað øðrvísi

Ólavur Hátún

Eri sjálvur ikki teirra millum, sum leggi so nógv í at leita aftureftir at vita, hvat ið er gott og rætt føriskt mál. Men einfalt er tað at vísa á, at algongdu talorðini ikki eru heimafuglar á okkara máløki. Tú finnur tey t.d. ikki í orðabókaverkinum, sum lá eftir hjá Jens Chr. Svabo, d. 1824, heldur ikki í føroysku orðabókini hjá Svend Grundtvig, útgivin 1877-88. Tey vóru v.ø.o. als ikki til í okkara máli fyri bara stórthundrað árum síðan.
Sum dømi um, at førisku tølini vóru livandi í málinum væl inn í 20. øld, havi eg áður nevnt, at í práti við vinfólkini Mallu og Edvard í Svínoy fyri einum tjúgu árum síðan nevndu tey um mann, sum í teirra ungu árum afturkomin av floti segði seg at hava fingið fimmoghálvtrýsj fiskar.Hoyr nú hann, helt onkur tá fyri, nú er hann farin at snakka danskt! Pápi mín, føddur í 1901, mintist eisini teir gomlu bíggjarmenninar at siga fimmti, seksti, sjeyti o.s.fr.
So tætt upp at okkara døgum hevur tann felags europeiska 10-talsskipanin í sínum føriska sniði verið gerandismál í Førjum, og tó halda málfrøðingar og málhugað mentafólk, sum annars munnu fegnast um so mong yrði, gróðursett í staðin fyri orð við fremmandum dámi, at tað eru óráð at royna at fáa førisku talheitini inn í málið aftur.
Somu kenslu hevði eisini eg í yngri árum, tí við teimum donsku roknibókunum var tað jú so við og við vorðið natúrligt í sambandi við talviðgerð at tosa danskt í Førjum. Men tá vit í 1957 fingu egið útvarp, har føroysku talheitini blivu brúkt, ljóðaði tað so rætt og so vakurt, at mær var ongin ivi í at fylgja eftir í skúlastovuni á Toftum, og brátt kundu vit ikki hugsa okkum annað enn tølini á føriskum. Somu royndir veit eg, at aðrir lærarar úti um landið høvdu, og millum fólk annars var tað um at gerast vanligt at hoyra tølini á okkara egna máli.
Tað var Christian Matras, ið mælti førisku studentunum, sum tíðliga í fimmtiárunum løgdu fyri við føriskum royndarútvarpi úr Keypmannahavn, til at nýta fornu førisku talheitini. Ein teirra var Axel Tórgarð, ið sum fyrsti settur útvarpsstjóri í Førjum helt fram á hesari leið.
Harmiligt var tað, at ein tilvildarlig samtykt í útvarpsráðnum skuldi steðga hesari góðu gongd. So løgið tað má tykjast, var tað ein mentanarligur og tjóðskaparligur edilingur sum Rikard Long, ið ávirkaði til hesa avgerð. Atkvøðubýtið í ráðnum gjørdist tí tað, at Knút Vang (Fólkaflokkur), Jóhan Nielsen (Javnaðarflokkur) og Georg L. Samuelsen atkvøddu fyri broyting aftur, meðan Marius Johannesen (Sjálvstýrisflokkur) og Ólavur Michelsen (Tjóðveldisflokkur) royndu at varðveita tað, sum vunnið var. Jóhan Nielsen angraði seinni, at hann hevði latið seg vika í sínari sannføring, og mær vitandi var Axel Tórgarð lítið fegin um, at hann hevði latið seg taka av ræði.
Rikard Long var maður, sum vit øll høvdu stóra virðing fyri, maður við sera góðum málsligum innliti. Hann sum vit onnur var hugtikin av íslendskum mentanarlívi og skipaði m.a. fyri skúlasambandi tann vegin; men hann ávaraði um ikki at lata íslendskt mál taka so mangt gott og rætt føriskt av fótum. Viðkvæmur var Rikard av lyndi og ikki altíð so objektivur í sínari støðutakan. Minnist, at hann á fundi í Føroya Lærarafelag vildi vísa á, at tjúgutalsskipanin var eldri og rættari enn tíggjutalsskipanin. Vit mundu vera fleiri, sum ikki kundu fylgja honum í hesum; men ongin í føroyska skúlaheiminum, sum tey flestu høvdu havt hann til lærara á læraraskúlanum, fór at mæla honum ímóti.
Í tíðarritinum Nordisk Kontak nr. 12 1989 skrivar danski málgranskarin Allan Karker um tað løgna fyribrigdið, at tjúgutalsskipanin hevði fingið høvdið fyri seg í donskum. De danske ord for tallene fra 30 til 90 er et særsyn ikke blot i de nordiske, men i alle vesteuropæiske sprog.  I den indoeuropæiske sprogæt, som de nordiske og de fleste vesteuropæiske sprog hører til, er talordene fra 1 til 10 grundord, og de højere talbetegnelser er sammensætninger med ordet for 10 eller med en afledning af dette ord, skrivar Karker millum annað og greiðir m.a. frá, hvordan disse mærkværdige ord (donsku 20-talsheitini) er blevet til.
Tað er tó ikki bara av málsøguligari orsøk, at vit eiga at taka okkara egnu tøl aftur í nýtslu. Tey falla vakrari og rættari í oyru, og hartil eru tey so nógv handigari í nýtslu. Tekur tú eitt tal sum t.d. 75 38 69, er tað jú so nógv einfaldari at siga og skriva tølini í teirri røð, tey standa: sjey(ti) fimm-trí(ati)átta og seks(ti)níggju í staðin fyri at bróta raðfylgjuna og frambera tølini, soleiðis sum eisini vit hava lært at gera. Enn meira er hetta galdandi, tá tú situr við telefon ella teldu. Ikki er tað ókent í skúlunum í Danmørk eins og her hjá okkum, at tey smáu børnini, tá tey skulu skriva eitt tal sum 45, skriva 54 (fimmtalið fyrst, soleiðis sum tey hoyra tað).
Nú er ov seint at taka aftur í hetta við tølunum, halda summi, sum tó hava upplivað tíðina, tá tey vóru væl á veg inn í málið aftur. Til tað er at siga, at førisku tølini vóru ólíka fjarari í oyrum í 1950-árunum, enn tey eru tað nú.
Tað harmaði okkum báðar Eyðun á Borg, at Móðurmálsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya fyri árum síðan ikki vildi taka undir við okkum í royndini at fáa í lag eitt orðaskifti um hesi málsligu viðurskifti. Ein gleðiligur glotti er tað tí, at einstakir kringvarpsmenn nú sum nevnt av sínum eintingum eru farnir at nýta førisku talheitini. Um nú útvarp og sjónvarp veruliga lótu dyrnar uppaftur fyri hesum útistongda orðabólki og t.d. løgdu fyri við at givið honum javnrættindir í Gekkinum og V-4, so høvdu heitini ivaleyst leikandi lætt spælt seg inn í føriska hugaheimin og eftir stuttari tíð vunnið sær sæti aftur í málinum. (Mær er sagt, at tá ið Havnar Hornorkestur í sínari tíð tók v-4 spæl í nýtslu í sínum peningasavnandi tiltøkum, valdu teir at brúka tey førisku tølini, tí tey vóru greiðari at handfara bæði í talu og skrift).

P.S. Nú hesi talnevnir ikki hava verið í brúki í so mong ár, kann ivingur vera t.d. um raðtølini: skal t. d. 24. framberast sum tjúgundiogfjórði, 46. sum fjørutiundiogsætti o.s.fr. soleiðis sum íslendingar siga? Mær tykir tað skilabest at gera stytri av og lata raðmerkið koma til sjóndar einans í eittaranum, frambera t.d. 34. ikki sum tríatiundiogfjórði, men tríatifjórði, 368. sum trýhundraðogsekstiáttandi, 5792. sum fimmtúsundsjeyhundraðognítiannar o.s.fr.