Gjárkvøldið rak ein deyður kynsbúgvin honhvalur inn á Sand Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum fór í morgun til Sands at kanna hvalin.
Hvalurin er ein nevhvalur, sum sjáldan er sæddur, og tað kemur óivað av, at hann ikki er so talríkur.
Hesin hvalurin er ein kynsbúgvin honhvalur og er 4,85 metrar langur. Hann kann gerast ein metur longri.
Bjarni Mikkelsen dugir ikki at siga, um hvaæurin er deyður av elli ella av aðrari orsøk. Eingir skaðar síggjast á honum.
Seinnapartin verður hvalurin fluttur til Kaldbaks.
Myndina hevur Terji Dalsgaard á Sandportalinum tikið









