Sjáldsamur firvaldur vitjar í Føroyum

Video: Ein ógvuliga sjáldsamur gestur er sæddur í Føroyum tvær ferðir í dag

Ein ógvuliga sjáldsamur gestur er sæddur í Føroyum tvær ferðir í dag. Talan er um lítla drotningarfirvaldin, ið einans er skrásettur fýra ferðir í Føroyum. 

 

Hann líkist sera nógv lítla fuglinum, kolibri, og verður ofta hildin at vera hann. Men lítli drotningarfirvaldurin hevur einki við ein kolibri at gera. Hesin er eitt slag av firvaldi, sum verður bólkaður undir kvøldsveimarar.

 

Omanfyri sæst videobrot av sjáldsama gestinum, sum Heri Kallsoy fann í hava sínum á Skála í dag. Tá Heri Kallsoy sá hann, var hann vísur í, at hetta var ein kolibri. 

 

- Eg havi ongantíð í lívinum sæð handan fyrr. Eg ivaðist ikki í, at hatta var ein kolibri, fyrr enn eg fór at leita á internetinum og fann útav, at hetta var ein lítil drotningarfirvaldur, sigur Heri Kallsoy.

 

Lítil drotningarfirvaldur verður á donskum kallaður duehale. Jens-Kjeld Jensen hevur skrivað eina bók um firvaldar í Føroyum, og hann sigur, at tað er óvanligt at síggja hendan í Føroyum.

 

- Hann er sera sjáldsamur í Føroyum og er bara funnin fýra ferðir í Føroyum fyrr. Teir líkjast kolibrium og hava ein langan sevil, sum teir brúka til at súgva nektar úr blómum. Fólk mistaka teir ofta við kolibriir, tí teir flúgva akkurát líka, sigur Jens-Kjeld Jensen. 

 

Hin lítla drotningarfirvaldin sá Birita Jarnskor í Syrðugøtu - eisini í dag. Ikki nokk við tí, so var ein annar líknandi kvøldsveimari sæddur í Fuglafirði í gjár. Hetta var drotningarfirvaldurin, og tað er sjeyndu ferð, hann er funnin í Føroyum.

 

Tað er nógvi summarhitin, ið fær hesar sjáldsomu firvaldarnar at leita sær norður hendan vegin. Teir eru annars vanligir sunnanfyri í Evropa.

 

- Vit hava havt so gott veður í øllum Evropa, og tí koma teir norður eftir fyri at síggja, um her er eitt gott stað at búseta seg. Men teir verða skuffaðir, tá teir koma til Føroya, tí her er í so kalt til teir. So hesir verða nokk ikki verandi í Føroyum, sigur Jens-Kjeld Jensen.

 

Lítil drotningarfirvaldur hevur eina veingjavídd á umleið 5-6 cm. Ein varð eisini skrásettur í Føroyum í fjør.