Dómsvaldið í Spania fór í dag undir rættarmálið ímóti einum sjúkrarøktara, sum hevur viðgingið, at hann hevur tikið lívið av ellivu eldri sjúklingum í býnum Olot, sum er í landnyrðingspartinum avc Spania.
Í rættinum segði tann 45 ára gamli sjúkrarøktarin, at hann hevði hjálpt teimum gomlu, so tey kundu sleppa burtur úr líðingunum.
Fyrr hevur hann greitt frá, at hann beindi fyri trimum sjúklingum við at noyða tey at drekka sterkt vaksievni. Í tveimum øðrum førum gav hann sjúklingunum ov nógv insulin, og hini seks doyðu, eftir at hann hevði givið teimum ymsan heilivág, sum tók lívið av teimum.
Myndugleikarnir fingu illgruna til mannin, tí lutfalsliga nógvir sjúklingar doyðu, tá hann hevði vakt. Fyri tveimum mánaðum síðani varð hann tikin, og undir avhoyringum síðani hevur hann viðgingið drápini.