Sjúkrarøktarfrøðiskúlin 50 ár

Mánadagin 1. februar var hátíðarhald á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya, í sambandi við, at 50 ár eru liðin, síðan skúlin varð settur á stovn.

Í hesum sambandi varð móttøka á skúlanum í Jónas Broncksgøtu í Havn, har nógv fólk stukku inn á gólvið, bæði núverandi og fyrrverandi sjúkrafrøðingar, eins og onnur sum hava havt tilknýti til skúlan.


Skúlin var øll árini knýttur at Landssjúkrahúsinum, men tá ið skúlamál vórðu yvirtikin, varð Sjúkrasystraskúli Føroya, sum skúlin æt tá, lagdur undir Mentamálaráðið.


Skúlin hevur fylgt við í altjóða menningini av útbúgvingini til sjúkrarøktarfrøðing. Í dag er útbúgvingin akademisk, og frá 1. august 2008 partur av Fróðskaparsetri Føroya.


Rektari á skúlanum er Súsanna M. Mortensen.


-red