- Vit hava sent Landssjúkrahúsinum skriv um nær nýggjur sjúkrarøktarstjóri verður settur í starv, men hava einki frætt. Tí fara vit nú at senda eitt nýtt skriv, har vit rykkja eftir svari, sigur Vár í Gong, forkvinna í Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Tað var í farna mánaði, at virkandi sjúkrarøktarstjórin, Lisbeth Lykke Bruun, segði seg úr starvi. Men eingin lýsing hevur verið at sæð, um at Landssjúkrahúsið søkir eftir nýggjum stjóra. Tað skilst, at fleiri hol eru í leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, sum manglar fleiri leiðarar. Fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er tað av alstórum týdningi, at hava ein leiðara, og tískil rykkir felagið eftir svari.
- Tað hastar, at fáa nýggjan stjóra fyri økið, og tað er alneyðugt fyri okkara felag. Vit undrast á, at starvið ikki er lýst leyst enn. Starvslýsingarnar skuldu langt síðan verið komnar, sigur Vár í Gong.
Tað var miðskeiðis í 1990 árunum, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fóru í verkfall, tí teimum manglaði ein stjóra. Seinasti sjúkrarøktarstjórin, Lisbeth Lykke Bruun, segði seg úr starvi í farna mánaði. Hon virkaði sum stjóri í einans sjey mánaðir. Orsøkin til uppsøgnina, var persónlig, segði hon. Við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur hon sagt, at hon var væl nøgd við arbeiðsøkið, og at nógv var at taka hond í. Seinastu tíðina hevur Lisbeth Lykke Bruun ikki verið til staðar.
Allan Skaalum var upptikin av fundi, og var tí ikki at hitta í dag.
Hans Pauli Strøm sá seg ikki føran fyri at svara spurninginum um setan av nýggjum sjúkrarøktarstjóra í dag.










