Hans Pauli Strøm
landsstýrismaður
Í Dimmalætting t. 13.12.04 harmast Tórbjørn Mikkelsen, formaður í Meginfelag Sjúkrakassa Føroya, um eina samrøðu, Dimma hevði við meg t. 29.11. Samrøðan snúði seg um tann reformin av sjúkrakassaskipanini, sum vit arbeiða við, og har m.a. ætlanin er at skipa teir 11 sjúkrakassarnar til ein felags sjúkrakassa.
Tórbjørn krevur eina treytaleysa umbering fyri at "landsstýrismaðurin nýtir vendingina "óneyðugt krakkaveldi" ið er ein ógviliga niðursetandi útsøgn fyri starvsfólkini". Sjálvsagt høvdu Tórbjørn og starvsfólkini fingið hesa umbering, um eg veruliga hevði eg málborið meg so. Men tað havi eg ikki. Við blaðmannin brúkti eg vendingina "óneyðugt byrokrati" - ikki um starvsfólkini í sjúkrakassunum, men um hetta fløkjasliga administrativa byrokratiið í skipanini: - at Almanna- og heilsumálaráðið hevur ræðisrættin á játtanini yvir landskassastudninginum til sjúkrakassarnar; at Almannastovan so hevur eftirlitið við sjúkrakassunum; at Almannastovan roknar út landskassans gjald til sjúkrakassarnar; at hetta so verður sent til Almanna- og heilsumálaráðið til góðkenningar; og at ráðið so aftur sendir hetta til Gjaldstovuna til útgjaldingar. Eisini er tað fløkjasligt og tungt í samband við innkrevjingina av eftirstøðum, tá ið bæði sjúkrakassarnir, Gjaldstovan og kommunurnar eru blandað uppí.
Míni orð eru sostatt ikki ein kritikkur av einstøku sjúkrakassunum men av tí byrokratisku umsitingini av skipanini hjá almennu myndugleikunum.
Tórbjørn siterar úr samrøðuni, at "fólk eru ónøgd við verandi skipan, sum í nógvar mátar er ótíðarhóskandi". Her vísir Tórbjørn púra rætt á, at tað eru undanfarin landsstýri, sum sjálv eru orsøk til, at onki er broytt, tí, sigur hann, "tá sjúkrakassarnir hava roynt at fáa broytingar, so hevur hetta verið avvíst av landsstýrinum". Og, leggur hann aftrat, "er nakað ótíðarhóskandi í skipanini, so er tað vegna tronga lógarkarmin og vantandi dagføringar av samtyktum o.ø., sum sjúkrakassarnir ikki fáa gjørt nakað við". Her eri eg samdur við Tórbjørn, og tað er júst tí vit nú sum politiskur myndugleiki hava sett okkum fyri at fremja ein reform av sjúkrakassaskipanini. Og at hetta verður gjørt í tøttum samstarvi júst við Meginfelag Sjúkrakassa Føroya.
Í grein síni finst Tórbjørn at ætlanini at flyta innkrevjingina av limagjaldinum frá sjúkrakassunum til Toll- og skattstovuna. Men her hava vit sagt, at kann tað gerast meira rationelt og bíligari við at tann nýggi felagssjúkrakassin stendur fyri innkrevjingini, heldur enn Toll- og skatt, so verður tað gjørt.
Í samrøðuni í Dimmu er eisini ein stór misskiljing, sum eg væl skilji at Tórbjørn ikki vil hava standandi ósvarað. Har verður sagt at "summir sjúkrakassar eru so smáir, at teir ikki megna at veita limunum fulla trygging heldur." Hetta er sjálvandi høpisleyst, og rokni eg við at flestøll vita betur, nevnliga at rættindini hjá limunum til endurgjald ikki eru treytað av hvussu stórur ella lítil sjúkrakassin er, men eru tryggjaði sum sáttmála- og lógarbundin endurgjøld.
Lat meg siga at enda, at sjúkrakassarnir eru ein sera týdningarmikil táttur í okkara heilsu- og almannaverki. Uttan sjúkrakassarnar hevði illa borið til at veitt okkara fólki tann neyðuga heilsuliga og sosiala tryggleikan í uppbyggingina av okkara vælferðarskipan. Við sjúkrakassunum hevur borið til at tryggja, at hvør einstakur, sum hevur brúk fyri læknahjálp, heilivági og heilsutænastum annars nýtist ikki at óttast fyri fíggjarligum avleiðingum, tí sjúkrakassaskipanin gevur okkum javnbjóðis rættindi. Hinvegin er altíð neyðugt við millumbilum at dagføra ella endurnýggja gamlar skipanir. Tað er tað vit eru í holt við.
Ikki skulu misskiljingar av eini blaðsamrøðu leggja forðingar fyri arbeiðinum við nýggju sjúkrakassaskipanini. Hetta gongur væl og í góðum samstarvi millum allar teir avvarandi partarnar, so at vónandi - og væntandi - verður uppskotið til nýggja sjúkrakassalóg klárt at leggja fyri løgtingið seinni í hesum árinum.