Í minsta lagi tólv fólk doyðu, tá vápnaðir menn lupu á eitt sjúkrahús í pakistanska býnum Lahore í kvøld. Ein talsmaður fyri teir lokalu myndugleikarnar sigur við fjølmiðlarnar, at minst fimm av teimum deyðu eru løgreglumenn. Hann sigur eisini, at álopsmenninir hava tikið gíslar.
Løgreglan hevur kringsett sjúkrahúsið, men álopsmenninir hava skotið eftir løgregluni.
Muazzam Alie, sum er lækni á sjúkrahúsinum, sigur, at álopsmenninir eru í løgreglubúna.