Herfyri varð kistan, sum Lee Harvey Oswald lá í fram til 1981, seld, og nú verður sjúkrabilurin, sum flutti líkið av John F. Kennedy, seldur á uppboði. Sjúkrabilurin, sum flutti líkið av John F. Kennedy á sjúkrahús eftir morðið í Dallas, fer nú undir hamaran og verður seldur á uppboðssølu á kendu Barrett-Jackson bilauppboðssøluni í Scottsdali í Arizona.
Bilurin er ein Pontiac Bonneville frá 1963.
Sambært uppboðssøluni er hetta ein av týdningarmestu bilum, sum nakrantíð er komin undir hamaran og verður seldur hjá teimum.
Tað er ikki langt síðan, at kistan, sum drápsmaðurin hjá John F. Kennedy, Lee Harvey Oswald lá í fram til 1981, varð seld á uppboði í Los Angeles fyri 540.000 krónur.
Lee Harvey Oswald skeyt og drap John F. Kennedy í Dallas hin 22. november 1963. Tvey dagar seinni varð Lee Harvey Oswald sjálvur skotin og dripin.
Líkið av Oswald varð grivið uppaftur í 1981, eftir at kona hansara vildi hava vissu fyri, at tað veruliga var maður hennara, sum lá í kistuni.
Seinni varð líkið jarðað av nýggjum í sama kirkjugarði í Texas.
Nú fer so sjúkrabilurin, sum flutti líkið av táverandi amerikanska forsetanum, undir hamaran og verður seldur á uppboði.