Frá 1. januar 2006 verður Sjúkrafrøktarfrøðiskúli Føroya skipaður sum partur av Fróðskaparsetur Føroya. Jana H. Dalsgaard dylur ikki yvir, at hetta er ein formlig staðfesting av størsta framstigi fyri sjúkarrøktarfakið í Føroyum í nýggjari tíð, tá útbúgvingin varð lyft upp á akademiskt stig í 2003. Fyrstu næmingarnir á nýggju útbúgvingini verða lidnir í februar 2007, og verða tey tá samstundis tey fyrstu, sum standa við einum føroyskum bachelorprógvi í sjúkrarøkt í hondini.
Skúladømi
Nýggja føroyska sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin er ikki bara eitt stórt framstig fyri fakið, men eisini eitt skúladømi um, at tað loysir seg at halda eitt vakið eyga við tí, sum hendir í londunum rundan um okkum. Gamla sjúkrasystraútbúgvingin var eitt kopi av tí donsku útbúgvingini, og tá hendan skuldi broytast, varð greitt, at hetta eisini kom at hava avleiðingar fyri føroysku útbúgvingina.
Arbeiðið við at broyta donsku útbúgvingina tók rættiliga tíðliga eina heldur óhepna gongd. Úrslitið varð, at danir í dag standa við eini sokallaðari professións-bachelorútbúgving uttan møguleika fyri beinleiðis víðari lestri.
- Vit vildu tryggju okkum, at tað sama ikki hendi í Føroyum. Tí settu vit okkum frá fyrsta degi sum mál at fáa eina reina bachelorútbúgving, sum gevur granskingarførleika umframt møguleika fyri at fara beinleiðis undir víðari lestur til hægri útbúgvingarstig, sigur Jana, sum frá byrjan hevur verið við í arbeiðinum at áseta innihaldið í nýggju útbúgvingini, ið byrjaði í 2001.
Nú føroyska sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin hevur fingið bachelorheiti, minnir hon mest um ta íslendsku útbúgvingina. Hetta er bara at fegnast um, heldur Jana, havandi í huga at Ísland longi hevur gingið á odda í arbeiðinum at lyfta sjúkrarøktina upp á eitt akademiskt støði og á fleiri mátar er vorðið ein fyrimynd fyri onnur Norðurlond.
Vitan nærri sjúklinginum
Sambært Janu er eitt tað størsta framstigið við nýggju útbúgvingini, at hon gevur munandi meir rúm fyri vísundaligari gransking. Millum tey ymsu granskingarøkini nevnir hon eldrarøktina, sum eftir hennara tykki átti at verið tað fyrsta, sum fær ágóðan av nýggju granskingarmøguleikunum.
- Tað er ongin loyna, at eldraøkið í Føroyum hevur verið eftirbátur, tá tað ræður um at tilogna sær nýggja fakliga vitan, og tí hava vit raðfest hetta økið serliga frammaliga. Aðalmálið vil altíð verða, at granskingin fyrst og fremst kemur tí einstaka sjúklinginum til góðar, við tað at hon betrar um sjúkrarøktina. Eisini samfelagsliga fær granskingin stóran týdning í tann mun, at nýggj vitan jú hevur ein týdningarmiklan fyribyrgjandi leiklut, sigur Jana.
Hon vísir í hesum sambandi til eina stóra amerikanska kanning, sum týðiliga staðfestir neyva samanhangin millum fakliga støðið á sjúkrarøktini og sjúkugongdina hjá sjúklinginum. Sambært kanningini er tað als ongin ivi um, at eitt høgt fakligt støði hevur við sær betri sjúkarrøkt, færri komplikatiónir, styttri innleggingartíð og í síðsta enda eitt hægri yvirlivingarprosent.
Jana ivast ikki í, at hetta millum annað er prógv um, at eitt hægri fakligt støði fyrimyndarliga hevur við sær, at teori og praksis í størri mun verða samantvinnað.
- Onkur hevur fýlst á, at við at lyfta sjúkrarøktarfrøðina á eitt akademiskt støði verður hon samstundis flutt longur burtur frá dagligu sjúkrarøktini. Heldur tvørturímóti er tað júst tankin, at økta vitanin verður flutt nærri at sjúkrasongini, har hon kemur tí einstaka sjúklinginum til góðar, sigur Jana.
Løn og praktikkpláss
Nú sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin er lyft upp bachelor-støði, hevur tað eisini við sær, at lønarlagið má skipast øðrvísi. Jana hevur ta greiðu fatan, at eitt hægri útbúgvingarstig eigur at hava við sær, at lønin hækkar samsamsvarandi, og verður hetta tí ein av aðalspurningunum í komandi lønarsamráðingum. Arbeiðið við at broyta lønarviðurskiftini er tó longu byrjað, við tað at tey lesandi ikki longur fáa løn, men lestrarstuðul í lestrartíðini, samstundis sum byrjunarlønin hjá sjúkrarøktarfrøðingum er hækkað. Fakfelagið hevur longu tryggjað sær, at tey við kandidat- og masterútbúgvingum verða lønt sambært hóskandi kandidat lønarstiga. Gongst sum ætlað, verða nýggju sjúkrarøktarfrøðingarnir eisini umfataðir av hesum lønarstiga.
Ein annar praktiskur spurningur, sum felagið arbeiðir við í løtuni, er at tryggja sær, at praktikkplássini kunnu góðkennast av sjúkrarøktarfrøðiskúlanum. Hækkaða støði á útbúgvingini hevur, sum vera man, við sær, at leiðslan á praktikkplássinum í minsta lagi hevur eitt tilsvarandi útbúgvingarstøði. Sum er, sær hetta út til at kunna geva trupulleikar á ávísum stovnum innan sjúkrarøktina í Føroyum, og verður hetta tí ein spurningur, fakfelagið fer at taka upp við avvarðandi útbúgvingarmynduleika í næstum.