Sambandsflokkurin hevði landsfund um vikuskifti vestur í Vágum. Millum onnur viðurskiftir var menningarætlanin í sjúkrahúsverkinum til viðgerðar.
Tað vórðu fleiri, ið viðmerktu uppleggið og tey flestu hildu, at menningarætlanin í sær sjálvum sá skilagóð út, men leiðsluspurningin var eisini uppi og vendi. Nøkur settur spurnartekin við tí einu leiðsluna, serliga fólk úr norðoyggjum.
Bjørn Kalsø, tingmaður, segði, at sum heild sá menningarætlanin skilagóð út, men honum dámdi ikki leiðslubygnaðin, tí at seta ein stjóra yvir øll sjúkrahúsini, fór við tíðini at verða ein niðurlaging fyri tey smáu sjúkrahúsini. Hann bar ótta fyri, at tá sparingar skuldu gerast, fóru tey smáu at verða rakt fyrst.
Johan Dahl, fyrrverandi ting- og landstýrismaður, segði at fokus á kjakinum var skeivt. Sjúklingurin var fyri vanbýti, tí alt kjakið snúi seg um bygnaðin á sjúkrahúsverkinum. Heldur skuldi mann gera upp hvat skuldi verða hvat og hvørjar funkitónir skuldi verða hvar.
- Tað er eisini neyðugt at fokusera uppá landssjúkahúsið og menna tað, tí alt verður meira spesialisera og tað vísir seg at verða torført at fáa fólk at støðast í Klaksvík og á Tvøroyri, segði Jóhan Dahl.