Marianna Andreassen og Kathrina L. Joensen
Sum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar búsitandi í Danmark , við royndum frá Sjúklingahotellinum og Ríkissjúkrahúsinum, kenna vit ábyrgd til at vísa okkara undran um kjakið síðstu dagarnar um føroysku sjúklingaráðgevingina í Danmark . Trupulleikin um at brúka eina játtan rætt, ella fáa tað besta burtur úr henni? Úttalilsini frá leiðsluni um, hvørt tað í heila tikið er tørvur á eini sjúklingaráðgeving?
Sjúklingavegleiðarin er eitt bindilið millum føroysk og donsk sjúkrahús. Tað merkir, at sjúklingavegleiðarin er hjásitari og vegleiðari í samband við viðger á sjúkrahúsi. Hjálpir sjúklingum og avvarðandi at avklára ivaspurningar og at útgreina misskiljingar, og vegleiðir um kærumál og innlit í hesum sambandi. Ein sjúklingaráðgeving er soleiðis eitt gjøgnumgrípandi virksemi, sum ikki kann gersat upp í tímum. Nógv arbeiði liggur í at skapa samband til brúkararnar, starvsfólk og bygnaðin á ymsu stovnunum.
Við tí útbúgving og teimum royndum sjúkrarøktarfrøðingar hava í dag, eru vit formliga útbúnar til eisini at taka okkum av fíggjarligum og samfelagspolitiskum funktiónum. At seta á stovn eina sjúklingaráðgeving merkir, at vit eisini noyðist at hyggja at øðrum viðurskiftum, og í hvørjum sammanhangi sjúklingavegleiðingin skal virka.
Tað var heilt afturi í áttatiárunum, at tað varð tosað um at seta á stovn eitt sjálvstøðugt vegleiðaravirksemi. Tað vóru fyristøðukvinnurnar á føroysku sjúkrahúsunum, ið settu fram hetta ynski. Tað var við gleði, at vit fingu hesa sjálvstøðugu skipan fyri næstan trimum árum síðani . Frammanundan var virksemið ein partur av sjúkrasystraarbeiðinum á PHT (Sjúklingahotellið Tórshavn), har man ikki náddi tað optimala, ið liggur í vegleiðaravirkseminum. Tá nýggja hotellið læt upp, var eitt av málunum, at tænastustigið skuldi hækkast, og var m. a. sjúklingavegleiðarin eitt av hesum tænastubetringum. Ein stór betring fyri sjúklingarnar og tey sárbæru avvarðandi í føroyska heilsuverkinum, sum eru í tí serligu støðu, at noyðast langan veg heiman fyri at fáa neyðugu hjálpina. Og tað er við harma, at vit síggja og hoyra, at leiðslan á PHT er í ferð við at oyðileggja hetta framstigið, og tí seta vit fram spurningin, um skipanin í heila tikið veruliga er roynd í verki.
At brúka eina játtan rætt kann hava nógvar innfalsvinklar, men um vit hyggja trongskygd at tí fíggjarliga, kunnu vit skjótt verða samd um at gera eina funktión upp í tímum.
Tá sagt verður, at bert seks tímar eru brúktir um vikuna til hetta virksemi, má hetta byggja á misskiljingar, og gevur hetta tí eina veruleikafjara mynd av hesum virksemi. Tí skilja vit als ikki, at hetta nú skal umskipast til aftur at vera eykaarbeiði hjá teimum, ið dagliga starvast á PHT.
Eingin ivi er um, at sjúklingurin verður gísli í hesum máli ? og tað harmar okkum. Vit hava fleiri ára royndir sum sjúkrasystrar, bæði teoretiskar, praktiskar og á leiðslustigi. Vit hava starvast á Ríkissjúrkahúsinum og røktað føroyskar sjúklingar í nógv ár. Báðar hava vit verið sjálvbodnir vitjunnarvinir í H:S í nógv ár, og hava fingurin á pulsinum í mun til tørvin, sum vit síggja hann í dagligdegnum. Sjálvt um bæði vit, presturin í samuelskirkjuni og trúðboðarir frá Krisnastovu hava okkara dagligu gongd á sjúkrahúsunum saman við tí núverandi sjúklingavegleiðaranum, náa vit ikki at nøkta tørvin.
Ein ætlan í hesari stødd, sum eitt sjálvstøðugt sjúkrarøktara-vegleiðara-virksemi, má verða grundað á eina trygga tørvsmeting við greiðum endamáli og ætlan og á greiðar eftirmetingar. Hetta er ein tilgongd, ið má fara fram yvir eitt longri tíðarskeið og byggja á grunleggjandi fakliga og praktiska vitan um, hvat, hví og hvussu tú setur á stovn eitt slíkt virksemi.
Í løtuni er ógreitt at gjøgnumskoða á hvørjum grundarlag leiðslan á PHT hevur tikið hesa avgerð um at um strukturera virksemið til eykaarbeiði hjá verandi starvsfólki. Útdeligeringin av sjúklingavegleiðaravirkseminum til sjúkrarøktarfrøðingarnar, sum dagliga starvast á PHT, fer í mun til í dag, at avmarka møguleikarnar hjá sjúkrarøktarafrøðingunum at loysa ikki planlagdar uppgávur, sum er ein stórur partur av arbeiðinum á PHT í dag.
Sjúklingar, sum eru á PHT, eru í teirri heilt serligu støðu, at teir mugu uttanlands fyri at leita sær viðgerð. Sjúkrarøktarfrøðingar, ið dagliga starvast við hesum trupulleikum á PHT, mugu hava orku og yvirskot til hesar sjúklingar og til dagliga arbeiði, sum er á PHT, tað er ógvuliga umfatandi og fjølbroytt arbeiðsøki. Tað vil siga orka, sum ikki kann gerast upp í tímum í mun til sjúklilngartørv bæði fysiskt, psykist og sosialt.
Vit hava báðar starvast á Hotel Tórshavn og vita, hvat hetta arbeiðið ber í sær. Soleiðis síggja vit, at hetta verður meir arbeiði fyri hesar sjúkrarøktarfrøðingar, og tað fer at merkja tænastulækking. Dagliga arbeiði inniber eisini, at tað fyri tað mesta bert er ein sjúkrarøktarfrøðingur á vakt í senn, umframt leiðaran. Hetta hevur við sær, at sjúkrarøktaravirksemið er sárbært, um eitthvørt óvæntað skuldi stungið seg upp, t. d. langtíðarsjúkrameldingar.
Ein kunngerð er komin frá Heilsumálaráðnum í november 2003, ið m. a. snýr seg um at ávísa fleiri sjúklingar til viðgerð í Danmark uttan at nakar avvarðandi er visiteraður við, og samstundis er prísurin fyri uppihald á PHT hækkaður fyri gjaldandi avvarðandi.
Út frá hesum kunnu vit bert vænta, at tað verða fleiri sjúklingar, ið koma einsamallir.
Kunngerðin merkir at tørvurin fyri vitjanum, vegleiðing, hjásita við læknasamrøður og uppsøkjandi og mennandi arbeiðsuppgávur økist. Hetta eru uppgávur, sum sjúklingavegleiðarin hevur í dag, og tí má spurningurin vera, um vit ikki heldur áttu at uppnormerað og útbygt í staðin fyri at umstrukturerað.
Okkara niðurstøða er, at grundarlagið fyri hesari avgerð er ógreitt, og tí seta vit hesar spurningar, sum vit vóna at avvarðandi myndugleikar taka í álvara og vilja virka til at varðveita og útbyggja virksemið.
Heilt greiða niðurstøða okkara er, at sjúklingaráðgevingin er sera týðandi sum eitt sjálvstøðugt virksemið og kann ikki umstrukturerast/rationaliserast/sparast í teirri trúgv, at innihaldið verður tað sama. Og spurningurin má tí vera, um hetta er ein sparing gjøgnum bakdyrnar og manglandi vitan um, hvat ein sjúklingaráðgeving er. Hevur leiðslan í heila tikið fingurin á pulsinum? Er hetta maktnýtsla?