Sjúka steðgar Grandma’s Basement

Eftir ætlan skuldu Grandma’s Basement spæla í Rex í kvøld, men nú verður boðað frá, at sangarin er sjúkur, og tí er tiltakið avlýst.

 

Hetta var annars fyrstu ferð, at bólkurin skuldi trína á pall í Rex, men hetta má so bíða til eitt annað høvi.

 

Ístaðin leggur DJ fløgur á í Rex í kvøld.