Sjógvurin er ?tað vandamesta ?arbeiðsplássið

At tað kann vera hættisligt at arbeiða á og við sjógvin, vita føroyingar av royndum, men nú er tað eisini skjalprógvað, at sjógvurin er tað vandamesta arbeiðsplássið, sum ein kann velja sær.

Tað er tann heilt greiða niðurstøðan í einari kanning, sum tað danska fakfelagið 3F hevur latið gera í samstarvi við fyritøkuna Kaas & Mulvad. Kanningin er tann fyrsta av sínum slagi í Danmark.

Kanningin hjá 3F vísir, at vandin fyri, at ein danskur fiskimaður doyr av vanlukku, er hálva triðju ferðir størri enn hjá einum, sum arbeiðir uppi á landi. Tá talan er um danir, sum sigla við øðrum skipum enn fiskiskipum, er vandin á leið hálva aðru ferð størri.

-Vit hava hildið eygað við gongdini í mong ár. Arbeiðið á sjónum er sera strævið, bæði likamliga og sálarliga. Reiðaríini skerja manningartalið, men arbeiðsbyrðan er framvegis tann sama, so hvør maður hevur fingið meiri at gera, sigur formaðurin í danska sjómannafelagnum, Søren Lundin Sørensen, við DR-kringvarpið.

Men kanningin hjá 3F avdúkar eisini, at tað er ikki bara í sambandi við deyðsvanlukkur, at fiskimenninir og sjómenninir eru ovastir á vandalistanum. Tá hugt verður eftir, hvørjir arbeiðsbólkar eru best umboðaðir millum teir danir, sum doyggja av lungnakrabba, eru fiskimenninir á øðrum plássi. Bara lossingarmenninir eru omanfyri.

?Royking og kemisk evni

Formaðurin í danska sjómannafelagnum heldur, at tað eru tvinnar orsøkir til, at serliga nógvir fiskimenn, sjómenn og lossingarmenn doyggja av lungnakrabba.

-Tað er væl kent, at royking er lutfalsliga vanlig ímillum júst fiskimenn, sjómenn og lossingarmenn, men tíbetur gongur tað tann rætta vegin í tí høpi. Hin orsøkin er, at nógvir menn framvegis hava mein av teimum evnum, sum fyrr blivu brúkt til at mála og vaska skip, sig Søren Lundin Sørensen við danska kringvarpið.

Kanningin hjá 3F vísir, at aðrir arbeiðsbólkar, sum eru í størri vanda fyri arbeiðsvanlukkum enn fólk flest, eru teir, sum menn í flutnings- og pørtum av byggivinnuni.