Sjógvurin breyt mest sum tvørtur um Sjóberan

- Jú, vit gjørdust ógvuliga skakkir, men hildu ikki, at veruligur vandi nakrantíð var á ferð, sigur Petur Henry Mohr, sum saman við Ásveini Mikkelsen var á útróðri við Sjóberanum í gjár, tá teir fingu ringa sjógvin

Skaðasjógvur

- Vit høvdu umleið 20 fjórðingar í Eystnes, tá ið vit vóru lidnir at draga í gjár. Tað gekk væl at sigla undan. Hann var sunnan í ættini, og vit høvdu hann undan. Tá ið vit komu inn í Álin og vóru staddir á leiðini eystur úr Stondini, gjørdist sjógvurin so ringur, tí tað rak upp í ættina.
Petur H. Mohr sigur, at teir slóðaðu við 4-5 míla ferð heimeftir.

Stórur sjógvur
- Eg stóð í stýrhúsrútinum og sá, tá sjógvurin tók seg upp. Eg tók tað, sum eftir var av ferðini, av, og eg haldi, at eg eg var so harðligur við handtakinum, at eg bakkaði. Sjógvurin rakti bakborðssíðu og fór mest sum tvørtur um bátin.
Petur sigur, at tað var eitt rættiligt buldur og brak, tá sjógvurin rakti. Báturin varð sendur í stýriborð, men reisti seg og bresti aftur í bakborðssíðu beinanvegin.
- Nakrir stólpar og ein partur av lúnningini frameftir bakborðssíðu brotnaði.

Lak ikki illa
Hann sigur, at tá ið stólpar soleiðis loysna í bátinum, kunnu teir loysa frá sær, og soleiðis lak báturin nakað niður ímillum stólparnar og dekkið.
- Men báturin lak ikki so illa, at vit ikki kundu halda honum lens og vinna upp land í øllum góðum, leggur Petur Henry Mohr aftrat.
Tað gekk ikki so væl hjá Sjóberanum at draga í gjár. Teir slitu línuna nakrar ferðir, og tí vórðu teir seinni aftur at landi, enn ætlanin var, tá teir loystu í Saltangará.