- Eg var ein stimitúr í Nólsoy sunnumorgunin, og eg má siga, at fuglalívið seinastu 3-5 árini er ikki til at kenna aftur.
Tað sigur Jens Mortan Rasmussen, sum seinastu árini hevur siglt nógv millum oyggjarnar í Føroyum.
Hann vísir á, at myndirnar, hann tók í Nólsoyarfirði henda sunnumorgun, ikki eru serliga góðar, tí her var tjúkt í veðrinum.
- Tað var stuttligt at sigla henda túrin. Har vóru fleiri smærri og størri flokkar av teistum, lomviga og lunda - og eisini var ein flokkur av fullkubba.
Jens Mortan Rasmussen sigur seg ikki vita, hvat fuglateljingar siga, men hann heldur einki vera at ivast í, at fuglalívið mennist við nógvari ferð.
- Vit, sum sigla nógv og hava áhuga fyri djóralívi, kunnu eisini staðfesta fleiri nýggjar leiðir, har fuglur reiðrast ella hevur tikið sær ”setur”, leggur hann aftrat.