Sjóborg fann løðing úr enskari minu.

Av Færøernes Kommando siga tey frá, at minørtænastan varð boðsend til Leirvíkar hósdagin, tí Sjóborg hevði sett part av eini enskari minu av slagnum MK 17 á land.

Talan var um eina løðing. Hetta er eitt slag av tunnu líknandi luti, ið er inni í minuhúsanum. Løðingar eru formstoypt TNT, ið vigar millum 100 og 245 kg, alt eftir hvat slag av minu talan er um.

Minørtænastan kannaði løðingina og sá at tendriløðingin manglaði, og metti tað tí at vera trygt at flyta løðingina í Mjørkadal, har hon verður goymd, inntil hon verður sprongd seinni.