Tá ið ein 27 ára gamal íslendingur 14. juli kom við flogfarinum úr Íslandi til Føroya, vísti hassjhundurin hjá tollvaldinum áhuga fyri manninum.
Maðurin varð fluttur á Landssjukrahúsið, har hann varð skannaður, og so var greitt, at hann hevði krógvað stóra nøgd av hassji innvortis.
Tað tók tríggjar dagar, til alt var komið út, og tað vísti seg at vera 116 gramm av hassji.
Hassjið var í 101 smáum posum, sum vóru fingrar av gummihandskum.
Maðurin játtaði seg beinanvegin sekan, og hann upplýsti, at ørindi hansara í Føroyum vóru at selja hassjið. Hetta var beint upp undir G!.
Dómurin var 50 daga fongsulsrevsing og forboð fyri at vísa seg aftur í Føroyum næstu trý árini.
Maðurin tók ímóti dóminum og vildi fegin sita dómin í Føroyum beinanvegin.










