Sirið í norðurlendskum pallborði í ST

Á árligu kvinnurættindaráðstevnuna hjá ST, umrøddu norðurlendsku javnstøðuminstararnir fíggjarliga javnstøðu

Líka løn, javnari býti av barsburðarfarloyvi, góðir dagstovnar, útbúgving og jøvn politisk umboðan, vóru nakrar av teimum loysnum, sum ministararnir vístu á, eru neyðugar at raðfesta í arbeiðinum fram móti betri javnstøðu.

 

Javnstøða kemur búskapi, børnum, trivnaði og samfelagnum sum heild til góðar.

 

Umframt at hava tikið lut í norðurlendskum pallborði, hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, havt fleiri fundir og verið til fleiri tiltøk.

 

Sirið á fund við danska og grønlendska javnstøðuministarnar, Marie Bjerre og Naaja Nathanielsen