Kaldbaksfólk vilja nú hava Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í innlendismálum, at steðga ætlanini hjá Tórshavnar Býráði at leggja grótið úr Eysturoyartunlinum inni á Sundi við tí endamáli at gera eitt ídnaðarøki har.
Á borgarafundi í Kaldbak í kvøld varð víst á, at Tórshavnar býráð hevur brotið sáttmálan sum varð gjørdur í 1974, tá í Kaldbaks Kommuna og Tórshavnar Kommuna, løgdu saman.
Har stendur, at øll mál, sum viðvíkja Kaldbak, skal leggjast fyri kaldbaksfólk, áðrenn tey verða sett í verk. Men í sambandi við ídnaðarøkið á Sundi, er Kaldbaksnevndin hjá Tórshavnar Býráð hevur ongantíð fingið høvi til at viðgera ætlanina.
Men tann 19. januar í ár varð Kaldbaksnevndin boðsend á fund við býráðið, har kunnað varð um ætlanina, varð upplýst á borgarafundinum.
Tey siga, at hetta er í stríð við samanleggingarsáttmálan, tí eftir honum skal nevndin verða tilmælandi í málum, sum viðvíkja Kaldbak.
Síðani samtykti Tórshavnar Býráð at broyta byggisamtyktina fyri Sund, so at ídnaðarøkið kann gerast og hetta varð gjørt, hóast kaldbaksfólk, at kalla einmælt, høvdu mótmælt og hóast Kaldbaksnevndin ikki hevði fingið høvið til at viðgera málið.
Tì vilja tey hava landsstýriskvinnuna at ógylda samtyktina hjá Tórshavnar Býráð um at gera ídnaðarøkið.
Og tey heita somuleiðis á Landsstýriskvinnuna um at tryggja, at arbeiðið at gera ídnaðarøki ikki kann byrja ímeðan hon viðger málið.