Tað er ikki tí, at báturin er nevndur eftir Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í innlendismálum.
Men annar av bátunum, sum skal flyta grótið, sum brúkast skal til útbyggingina av Tórshavnar Havn av Glyvursnesi og inn móti Skansabryggjuni, eitur Siri.
Lesið eisini: So er klárt at útbyggja Eystaru Bryggju í Havn
Talan er um annan grótbátin hjá J & K Petersen. Tað er sami bátur, sum varð brúktur til útbyggingina á Oyrareingjum í Kollafirðí fyri nøkrum árum síðani, og sum Højgaard og Schulz brúkti til grótkasti í Hesti í sínari tíð.
Tað eru 3,5 milliónir tons av gróti, skulu flytast av Glyvursnesi.