Sinnisbati fingið nýggja nevnd og forkvinnu

Leygardagin 4. mars var árligi aðalfundurin hjá felagnum Sinnisbati, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra.

 

Sinnisbati hevur arbeitt nógv við avvarðandi arbeiði, við sjálvhjálparbólkum bæði til vaksin, børn og ung, eisini rópt ”Time Out”. Hetta er eitt økið felagið framvegis fer at arbeiða fyri, tí tað hevur víst seg at vera sera gevandi. Sinnisbati fer framvegis at arbeiða fyri, at betra um støðuna hjá avvarðandi.

 

Súsanna Olsen boðaði frá, at hon takkar fyri seg sum forkvinna í felagnum. Súsanna hevur verið forkvinna í Sinnisbata í fýra ár.

 

Nýggj nevnd bleiv vald, og hevur skipað seg soljóðandi:

 

Róa Midjord: Forkvinna

Marjun J. Hentze: næstforkvinna

Jana Mortensen: Skrivari

Tummas Tomassen: Kassameistari

Anna Nolsøe Joensen: Nevndarlimur

Olga Maria undir Skarði: Nevndarlimur

Súsanna Olsen: Nevndarlimur

 

Tiltakslimir í felagnum gjørdust: Vanja S. R. Davidsen,

Margreta Poulsen og Regin Jóanesarson.