Sinniliga yvirskotið var avgerandi

KÍ venjarin rósar sínum spælarum, sum enn einaferð megnaðu at vinna fulla úrtøku, hóast teir vóru troyttir og støðugt hava knívin á barkanum

Fyri sjeyndu ferð á rað vann KÍ í kvøld fulla úrtøku. KÍ hópruin riggar nú til at fara av Skála og norður aftur við 1-0 sigri í viðførinum.

Málmunurin í hesum sjey dystunum er 27-1. Í hesum sama tíðarskeiðnum hevur KÍ verið í víggi í Europa, og eftir dystin á Tvøroyri leygardagin bíðar enn ein europeisk avbjóðing í næstu viku.

KÍ venjarin Mikkjal K. Thoamssen kendist lættur, væl nøgdur og realistiskur, tá ið Dagfinn Forná hevði bríkslað fyri síðstu ferð í góðveðrinum á Skála, har KÍ vann 1-0.

-Hetta var so strevið og torført, sum vit høvdu roknað við. Skálamenn vóru raskir og stríddust væl fyri sínum møguleika. Tað sást væl á okkara monnum, at teir fyri trimum samdøgurum síðani spældu toppdyst ímóti HB. Viljin var har, men vøddarnir vildu ikki heilt tað, sum spælararnir vildu. Spælararnir eru undir stórum trýsti, tí teir spæla við knívinum á barkanum. HB vinnur allar sínar dystir, og skulu vit hugsa um at bjóða HB av í FM stríðnum í finalu á síðsta leikdegi, so er neyðugt hjá okkum at vinna allar dystirnar. Spælararnir eiga stórt rós fyri, at teir megnaðu sinniliga at takla støðuna og vunnu, sigur KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen við Sjúrð Hildarson Hoydal, ið er á Skála og sigur frá dystinum millum Skála og KÍ.

Niels Pauli Danielsen var í kvøld saman við Pætur Dam Jacobsen á sentrala miðvøllinum hjá Skála. Hann er nøgdur við avrikið, men harmast sjálvandi um úrslitið.

-Vit eru nøgdir við at avrika so væl ímóti liðnum, sum nú er topplið. KÍ var omaná, men seinastu stóru løtuna vóru vit fleiri ferðir í støðum, sum kundu borið mál og stig við sær, men tað eydnaðist tíverri ikki, og tað harmast vit um. Men avrikið gevur okkum mót um, at vit framvegis hava møguleikan at vinna stig og fyrsta dystin, sigur Skálamiðvallarin Niels Pauli Danielsen.

 

https://www.in.fo/myndasavn/