Rókur Jacobsen, Kristleif Zachariassen og Knút H. Eysturstein fara allir at framføra við hvør sínum bólki Tollaksmessukvøld.
Rókur syngur og spælir kassagittar. Hann fer millum annað at framføra egin løg, sum hann eisini framførdi á singer/songwriters kappingini. Á palli saman við Róki verða kendir tónleikarar sum Rói Christiansen og Halgir Arge, sum báðir hava spælt saman við Róki í bólkinum Tangz.
Bæði Kristleif Zachariassen og Knút H. Eysturstein eru í løtuni fløguaktuellir, og teirra framførðslur verða serliga merktar av tónleiki av nýútkomnu fløgunum.
Kristleif, sum vann Singer/songwriter kappingina í fjør, verður heldur ikki einsamallur á pallinum. Sjálvur fer hann at syngja og spæla guitar, og afturat sær hevur hann kendar menn sum Rógva á Rógvu, Mikael Blak og Heðin Ziska Davidsen.
Knút H. Eysturstein syngur, spælir el- og kassagittar umframt Juno?ljómborð. Á pallinum við Knúti verða Uni Árting, Niels Jákup í Jógvanstovu, Bogi á Lakjuni og Halltóra Henriksen.
Fyrireikararnir halda, at konsertin kanska serliga er eitt gott høvi hjá útisetum og øllum øðrum við at uppliva tríggjar av okkara frægu singer/songwriter tónleikarum á sama palli.
Konsertin byrjar kl 20.00. Atgongumerki á 100 kr. verða at fáa við dyrnar.
Møguleiki verður eisini at ognað sær nýggju fløgurnar hjá Knúti og Kristleifi á konsertini.
? eys ?










