Krista Mørkøre svam seg í kvøld til eitt silvurheiðursmerki á Danish Open fyri brekað 2015, sum er í Esbjerg hetta vikuskiftið, tá ið hon í 200 metra frísvimjing svam teinin uppá 2:37.85, sum er persónligt met, skrivar heimasíðan svimjing.com.
Ragnvaldur Jensen luttekur eisini í Danish Open fyri brekað. Hann gjørdist nummar fimm í 200 metra frísvimjing.
Kappingin heldur fram til sunnudagin.
Krista skal svimja 50, 100, og 400 metur frí, umframt 50 og 100 metur bringu og 50 og 100 metur firvald, meðan Ragnvaldur skal svimja 50 og 100 metur bringu.