Franski verjuspælarin, Mikael Silvestre, sum gjørdi brotssparkið ímóti enska álopsspælaran Wayne Rooney í dystinum sunnukvøldið, helt eftir dystin, at hann átti at havt fingið tað reyða kortið.
? Eg helt, at tað skuldi verða eitt reytt kort, men eg var takksamur, tá ið eg sá, at eg bara fekk gult kort. Eg var síðsti maður, men dómarin vísti eitt sindur av náði, segði Mikael Silvestre.