Silver League: Føroyar vunnu eitt sett móti Lettlandi

Føroyska kvinnulandsliðið stóð seg heiðurliga í fyrsta dystinum

Mynd: FBF

FBF skrivar á Facebook:

 

- Føroyar vunnu eitt sett ímóti Lettlandi

 

Silvurligan, kvinnur: 

Føroyar - Lettland 1-3 (11-25, 30-28, 17-25, 15-25)

 

Føroyska A-landsliðið við kvinnum megnaði fyri løtu síðan at vinna annað sett á vertunum úr Lettlandi í fyrsta dystinum í Silvurliguni. 

 

Føroyar vóru um at missa takið á settinum, tá Lettland fór framum 18-12, men bardu seg upp á javnleik 22-22. Og síðan eydnaðist at vinna settið 30-28 við fimta settbóltinum.

 

Fyrsta sett hevði Lettland vunnið 25-11, og triðja og fjórða sett vórðu vunnin ávikavist 25-17 og 25-15.

 

Lettland er styrkismett nr. 17 í Evropa. 

 

Í morgin kl. 18 spæla Føroyar ímóti Ísrael, sum er styrkismett nr. 29.

 

Skrivar FBF á Facebook.

 

Mynd: FBF