Silver Fjord av Toftum til Scrabster

Mánakvøldið fór farmaskipið, sum P/F Fresh Link hevur leigað, fyrsta túrin av Toftum til Scrabster við 170 tonsum av fiski Nýggja farleiðin, sum P/F Fresh Link hevur lagt lunnar undir við farmaskipinum Silver Fjord, er nú byrjað. Skipið fer at sigla av Toftum til Scrabster í Skotlandi mánakvøld og fríggjakvøld við feskum fiski.

Á fyrstu ferðini mánakvøldið hevði farmaskipið 170 tons av feskum fiski og laksi.

Feløgini, sum hava stovnað P/F Fresh Link, eru P/F Valhalla á Toftum og P/F Rainbow Seafood í Havn.

Nevndarformaður er Andreas F. Hansen, og stjóri er Ingun Olsen, sum hevur drúgvar royndir í shippingvinnuni.

Silver Fjord er fyrrverandi Star Saga, sum er bygd á Skála Skipasmiðju í 1984 og umbygd í Noregi fyri sløkum 10 árum síðan.

Endamálið við farleiðini er at veita føroyskum feskfiskaútflytarum eina rættstundis flutningsleið niður á evropeiska marknaðin.