Tað er ikki komið nógv burturúr hjá sildaskipunum, teir seinastu dagarnar. Norðborg skrivar á heimasíðuni, at teir hava 300 tons av frystum sildafløkum. Teir og Christian í Grótinum eru í íslenskum sjógvi, í dag vóru teir staddir nakað sunnanfyri tey íslensku skipini - á 66 N og 8 V, veðrið er gott á leiðini, men fiskiskapurin hevur verið smáligur, teir samtrola við Christian í Grótinum.
Nøkur føroysk skip eru uppi við Jan Mayn og onkur er í føroyskum sjógvi, men fiskiskapurin er smáligur allastaðni.