##med2##
Beint undan steðginum skoraði Jákup Biskopstø Andreasen eitt hitt vakrasta málið nakrantíð í føroysku landsliðssøguni tá hann skoraði sigursmálið til 2-1 móti Litava beint undan steðginum: - Meinhard spældi bóltin millum beinini á einum litava snildisliga til mín, og so hevði eg frítt skott við vinstra beininum mitt fyri. Eg royndi bara at fáa eitt sindur ferð á bóltin og skjóta bóltin hart út í síðuna, greiðir Jákup frá.
Jákup fegnast um møguleikan at sleppa at byrja inni, men tað harmar hann, at hann vegna próvtøku ikki kann vera við til útidystin móti Luksemborg komandi týskvøld.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jákup Biskopstø Andreasen.