Sigurin hjá Fleyr endaði sum jólatrøll

Fleyr-ÍF 2-3 (25-17, 25-23, 18-25, 14-25, 13-15):

Eftir at hava verið aftanfyri 0-2 í settum vann ÍF sera óvæntað 3-2 móti Fleyr, sum við ósigrinum fekk eina stóra striku í FM-rokningina


 

Flogbóltur


Soleiðis sum kappingin er uppbygd við einum grundspæli og einum endaspæli, har stigini frá grundspælinum eru koyrd í helvt, er tað ikki so løgið, at liðini hugsa sum so, at tað ræður um at halda so nøkulunda tørn í grundspælinum og so veruliga seta alt inn, tá endaspælið er byrjað, og øll stigini telja.

Tað hevur verið hugsanin hjá bæði SÍ, Fram og Fleyr, sum eru teir tríggir einastu veruligu FM-kandidatarnir í ár. Í ÍF hevur tað verið eitt sindur øðrvísi. Teir taptu allar dystirnar í grundspælinum, men so skjótt endaspælið byrjaði, vunnu teir!

Tað varð veruleiki, eftir at Fleyr hevði tveitt alt burtur og mist tvey stig, sum í síðsta enda kunnu vísa seg at vera avgerandi kostnaðarmikil.

Fleyr var stórfavorittur til at vinna dystin í Havn leygardagin. Við tveimum góðum sigrum móti oddaliðunum SÍ og Fram sum ballast varð roknað við, at teir fóru at gera skjótt av við ÍF, sum hevði verið kanónføði í allari kappingini.

Men tað nýggja ÍF-liðið verður sjálvandi betur samanspælt fyri hvønn dyst, sum gongur, og teir hava fleiri ferðir sagt, at fyrsti sigurin ikki er langt burturi.

Spurningurin er so, hvussu væl Fleyrmenninir hava lurtað...


Vendi á hálvari leið

Tað byrjaði annars sum væntað við, at Fleyr vann fyrsta sett so trygt sum 25-17, og tá teir eisini tóku tað næsta 25-23, sá tað út til at vera »business as usual«. Men Fleyr-sigurin endaði sum eitt jólatrøll!

Tá eitt lið hevur vunnið tvey tey fyrstu settini, fær tað ofta trupult við at binda um posan, og ÍF vann triðja sett 25-18. Tað vóru tað ikki so nógv, sum blivu kløkk av, tí soleiðis er tað so ofta. Men Fleyr sá ikki ávaringarlampurnar, sum vóru farnar at blinka, og í fjórða setti gjørdi ÍF ikki mætari enn at smyrja Fleyr av 25-14.

Nú vóru fuglfirðingar av álvara farnir at tevja blóð, samstundis sum teir í Fleyr blivu nakkalangari fyri hvønn bólt. Seinasti settsigurin var skjótt langt burturi, og sum tað nátúrligasta í verðini vann ÍF fimta sett 15-13.

Fyrsti sigurin og fyrsta veruliga sensatiónin í bestu mansdeildini í ár var veruleiki.

Eftir sigrar móti SÍ og Fram høvdu teir í Fleyr alla grund til at vera bjartskygdir, men tveir sigrar móti oddaliðunum varð altso fylgt upp av einum tapi móti avgjørda botnliðnum. So óstøðug avrik skapa ongan føroyameistara, og spurningurin er, um hetta ikki var mønustingurin hjá Fleyr. Teir kunnu enn avgera alt sjálvir, men nú verður tað tungt.

Jólasteðgurin gevur tíð til eitt sindur av sjálvrannsakan.Fyri ÍF var tað ein hjartans lætti endiliga aftur at fáa kensluna av at vera vinnari. Tað er tungt, tá tú tapir hvørja einastu ferð, og umframt at tvey stig sjálvandi hava týdning, man tann sálarligi týdningurin av sigrinum viga mest. Tað hevði sítt at siga, at Odd Eliasen var við aftur á hevaraplássinum, tí tað loysir Bartal Eliasen til aðrar uppgávur, og knappliga var breiddin á ÍF-liðnum nógv størri. Fuglfirðingar kundu fara í jólafrí við góðari samvitsku, og teir kunnu fara inn í nýggja árið við góðum móti. Fyrsti sigurin er veruleiki.