Sigurd Barrett framførdi saman við Bubu á Tórsfest (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1 gjørdi við Sigurd Barrett og Bubu á Tórsfest-økinum

##med2##

Sigurd Barrett, ið mong yngri kenna frá donsku sjónvarpssendingini "Sigurds Bjørnetime" hevur framført saman við klovninum Bubu á Tórsfest í dag.

Sigurd Barrett, ið er giftur við Heiðrun Petersen úr Havn fer at verða tað mesta av summarinum í Føroyum. Hann hevur saman við konuni keypt hús í Havn.

Sigurd Barrett er glaður fyri mongu mentanarligu tilboðini sum eru í Føroyum við konsertum, festivalum og mongum øðrum tilboðum

Sigurd Barrett heldur, at framførslan saman við BUBU á Tórsfest gekk væl.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Sigurd Barrett, har Bubu eisini slapp til orðanna. 

(Samrøða við Sigurd Barrett og BUBU)