Sigurð sær ongan trupulleika

Fyrrverandi stjórin á Jarðfeingi er nú stjóri í Atlantic Petroleum. Men sjálvur sigur Sigurð í Jákupsstovu, at atfinningarnar um at hetta kann flyta trúnaðarupplýsingar í eitt privat felag eru púrasta burturvið

vinnulív

 

Tað vakti stóran ans, tá Sigurð í Jákupsstovu í fjør valdi at fara í starv sum tekniskur stjóri hjá Atlantic Petroleum.

Fyrrverandi stjórin var tá í farloyvi frá stjórastarvinum á Jarðfeingi, og frá fleiri síðum varð sagt, at tað var serstakliga óheppið fyri umdømi hjá Jarðfeingi, at ein lyklapersónur frá almennu fyrisitingini skifti til privat felag. Hetta tí hetta samstundis kundi bera við sær, at trúnaðarupplýsingar við hesum fluttu bústað.

 

Skotið við síðuna av

Ta ferðina segði Sigurð í Jákupsstovu, at kritikkurin var skotin við síðuna av. Fyrst og fremst tí tekniski parturin av slíkum upplýsingum er ógvuliga kompleksur og tí ikki uttan víðari er vitan, sum situr í høvdinum. Men eisini tí virksemið hjá Atlantic Petroleum í øgiliga lítlan mun er tengd at føroyskum øki.

Tá Atlantic Petroleum almannakunngjørdi roknskapin fyri fyrsta ársfjórðing í ár, varð samstundis boðað frá, at Sigurð í Jákupsstovu nú er stjóri í felagnum saman við Wilhelm Petersen. Men Sigurð í Jákupsstovu heldur framvegis fast um, at hann ikki sær nakrar trupulleikar í hesum.

- Fyrst og fremst, so liggur tað jú í orðinum “trúnaðarupplýsingar” at hesir eru lætnir í trúnaði. Og tí havi eg als ikki loyvi at brúka ella misbrúka hesar.

- Og kritikkurin er framvegis skotin heilt við síðurnar av. Virksemi hjá okkum er fyri tað mesta í enskum og írskum øki, og tað eru ikki øki, sum eg hevði við at gera, tá eg starvaðist hjá Jarðfeingi.

- Og talan er hartil um somikið kompleksar upplýsingar, at hetta als ikki er nakað, sum eg uttan víðari kann gera mær dælt av. So eg haldi framvegis, at atfinningarnar eru fullkomuliga við síðuna av. Og í aðrar mátar er hetta ikki nakað, sum eg ætli mær at viðgera í almenna rúminum, sigur Sigurð í Jákupsstovu.