Nýggj single er tøk og samstundis er sjónbandalag við teksti eisini tøkt frá íslendska bólkinum Sigur Rós.
Roskilde-aktuellu Sigur Rós hava givið út lagið Ísjaki, ið er næsta single av komandi útgávuni Kveikur.
Fyrra single-lagið kallaðist Brennistein. Hendan seinna, Ísjaki, sigst verða meira á popp bógvin og lættari at svølgja. Og at sjónbandlag við teksti er til ger tað eisini munin lættari at syngja við.