Sigur Rós gevur plátufelagið eina ókeypis útgáva

- Tað er ikki altíð tann sáttmálin, sum ljóðar at hava størstu upphæddina í krónum og oyrum, ið er tann besti sáttmálin, hetta segði John Best umboðsmaður hjá íslendska bólkinum Sigur Rós, vera orsøkina til, at bólkurin velur at geva plátufelagnum Roughtrade eina fløguútgávu við bólkinum heilt ókeypis


. Sigur Rós stendur fyri upptøkum og fyri at ljóðblanda fløguna. Roughtrade tekur sær av sølufremjan og rindar fyri konsertferðina hjá bólkinum, og eigur so rættindini fyri útgávuna í Evropa. Plátufelagið fær sostatt allan peningin. fyri seldar fløgur.
- Fyri okkum tykist tað rætt fyri yrkisleiðina hjá bólkinum, at geva hana út á júst hesum plátufelagið, tí tað kann hjálpa okkum víðari, greiddi John Best frá.