Sigurð í Jákupsstovu oljustjóri

Landsstýrismaðurin í oljumálum, Bjarni Djurholm setti í gjár á lítlari samkomu í Oljumálaráðnum Sigurð í Jákupsstovu sum stjóra fyri tann partin av tí gamla Oljumálaráðnum , sum er langdur undir Vinnumálaráðið. Hann kemur tískil at vera oddamaður fyri bæði Jarðfrøðissavnið og Oljudeildina á sjálvstøðugum stovni undir Vinnumálaráðnum

Nýggj størv



Á samkomuni í Hoyvík í gjár greiddi landsstýrismaðurin frá síni avgerð . Hann vísti á at í sambandi við skipan av nýggjum landsstýri eru málsøkini, sum áður lógu í Oljumálaráðnum, býtt millum Vinnumálaráðið og Innlendismálaráðið. Uppskot er gjørt um, hvussu játtanin hjá OMR skal býtast millum VMR og Innlendismálaráðið, eins og uppskot er gjørt um, hvørji starvsfólk flyta úr Brekkutúni 1 oman í Tinganes, har Innlendismálaráðið heldur til. Ætlanin er, at starvsfólkini kunnu verða flutt oman 1. Apríl.

Eftir stendur spurningurin um, hvussu oljumálini verða skipað frameftir. Við teirri fortreyt at oljuumsitingin verður verandi í Brekkutúni 1, har Jarðfrøðisavnið eisini heldur til, kunnu vera tríggir møguleikar í at velja:

a) oljumál verða skipað sum deild í Vinnumálaráðnum
b) oljumál verða skipað sum stovnur undir Vinnumálaráðnum
c) oljumál og Jarðfrøðisavnið verða samskipað sum ráevnisumsiting

Ein millumloysn, har oljumálini verða skipað sum stovnur, men stjórin á Jarðfrøðisavninum verður leiðari fyri báðar stovnarnar kann eisini hugsast.

Í veruleikanum eiga allir omanfyri nevndu møguleikar at kunna virka. Verður hugsað um kontinuitet og samskiftið við loyvishavarar, er møguleikin, har stjórin á Jarðfrøðisavninum myndar oljumálini helst besta loysnin.

Bjarni Djurholm vísti á, at Sigurð í Jákupsstovu hevur virkað sum stjóri á Jarðfrøðisavninum síðani mai/juni í fjør, tá Martin V. Heinesen fór í farloyvi fyri burturav at taka sær av landgrunskrøvunum. Sigurð er dugnaligur, fakliga væl fyri og hevur fingið gott innlit í økið, bæði í sínum verandi starvi og frá størvum, sum hann hevur havt frammanundan. Harafturat kemur, at starvsfólkini bæði á Jarðfrøðisavninum og í Oljumálaráðnum kenna Sigurð.

-Eg havi tí tikið ta avgerð, at seta Sigurð eisini sum stjóra fyri eftirverandi partin av Oljumálaráðnum, sum so verður stovnur undir Vinnumálaráðnum. Eg vóni, at tit ella vit í felag kunnu finna eitt navn fyri stovnin skjótast tilber. Eftir stendur so, hvussu stovnarnir skulu skipast framyvir, antin sum ein stovnur ella framhaldandi sum tveir stovnar. Hetta verður at gera saman við starvsfólkunum og sambært ásettum mannagongdum.

Og hann helt fram: -Fyri at koma aftur til oljumál og orkumál, so gleði eg meg til at arbeiða saman við tykkum øllum um hesi økir. Eg veit, at eg havi gjørt kvetti at fáa so nógv dugnalig fólk afturat Vinnumálaráðnum, og eg ivist ikki í, at vit fara at fáa gott samstarv okkara millum.

Eitt av høvuðsmálunum verður at fyrireika næsta útbjóðingarumfarið, og koma tit at fáa nokk at gera í so máta, umframt at vit helst koma at tosa nógv saman um hesi viðurskiftini. Eisini verður nokk at ríva í, tá tað snðr seg um orkumál.

Í heila tikið eru hetta tvey spennandi øki, sum eru løgd aftrat Vinnumálaráðnum. Eg vil ynskja tykkum vælkomnum til okkara, og vil eg gera alt fyri, at samanleggingin fer at eydnast og verður til gleði fyri báðar partar segði Bjarni Djurholm í Oljumálaráðnum í Hoyvík fyrrapartin í gjár.