Karsten Hansen fer ikki at gera eftir áheitanini frá valfelagnum um at siga løgtingssessin frá sær. Norðoya Tjóðveldisfelag hevur heitt á Karsten Hansen um at siga løgtingssessin frá sær, nú hann hevur tikið seg úr felagnum.
Men Karsten Hansen sigur við Útvarpið, at hann hevur ongar ætlanir um at siga tingsessin frá sær.










