Sigurð er tann fyrsti oljudoktarin

Sigurð í Jákupsstovu á Argjum hevur vart PhD-ritgerð innan kolvetnistøkni

Tann 19. desember 2002 vardi Sigurð í Jákupsstovu á Argjum, sonur Hjalta og Elin í Jákupsstovu, PhD-ritgerð á Danmarks Tekniske Universitet. Sigurð starvast hjá Atlantic Petroleum í Havn.
Ritgerðin er skrivað á enskum, og hevur heitið "Simulation of Gas Injection Processes". Vegleiðari til verkætlanina var Erling H. Stenby, professari á Danmarks Tekniske Universitet. Í samband við PhD-verkætlanina hevur Sigurð í Jákupsstovu havt starvsstað á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Fígging til verkætlanina er fingin frá Granskingarráð Føroya og frá Nordisk Energiforsknings Programmer.
Umráðandi er at fáa so nógv sum gjørligt burtur úr oljuleiðum. Og PhD-ritgerðin hjá Sigurð í Jákupsstovu hevur atlit júst at hesum viðurskiftum. Ein háttur at økja um úrkomuna er at spræna vatn og/ella gass niður í kolvetnisgoymslur, soleiðis at trýstið í teimum verður varveitt.
Í summum førum kann fáast enn meira burturúr við at gagnnýta fysiska og kemiska skiftivirknaðin ímillum løgin, sum verður sprændur inn í goymsluna einumegin, og oljuna og goymslugrýtið hinumegin. Teldumyndlar verða brúktir til at fáa greiðu á hesum viðurskiftum. Teldumyndlarnir leggja upp fyri tí ávirkan, sum t.d. jarfrøðisligur ymiskleiki ("heterogeneity"), skiftivirknaður millum innsprænda løgin og oljuna, kapillarmegi og tyngdarmegin hava á streymar í kolvetnisgoymslum.
Í hesi PhD-verkætlanini hevur verið arbeitt við at betra lýsingina av fysiskum prosessum í teldumyndlum, har innsprændi løgurin blandast við kolvetni í goymsluni ("miscible displacement"). Her hevur serliga verið hugt eftir relativum permeabiliteti og hvussu hesin er ávirkaður av jarðfrøðisligum ymiskleika og broytingum av eginleikum hjá innsprænda løginum og oljuni. Partur av ritgerðini viðger og samanber eisini ymiskar hættir at rokna viskositet av kolvetni.