Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen 55 ár

Mikudagin 9. mars fylti Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen listakvinna á Eiði 55 ár.

Sigrun er fødd og uppvaksin á Eiði. Longu sum smágenta sást at henni dámdi væl at tekna, og at tað lá væl fyri hjá henni. Hon var í mong ár virkin í sunnudagsskúlaarbeiði í heimbygdini.

Sum 21 ára gomul fór hon í 1971 á Glypotekets Tegneskole hjá Askou Jensen í Keypmannahavn, og í 1973 kom hon á det Kongelige Danske Kunstakademi, har hon gekk til 1980.

Hon hevur havt nógvar listaframsýningar, bæði í Føroyum og í øðrum Norðurlondum sum t.d. Íslandi, Danmark og Svøríki. Eisini hevur hon havt framsýningar í Grønlandi og í Týsklandi.

Saman við øðrum føroyingum tók Sigrun stig til eina listaframsýning í New York í 2000.

Tá Hanstholm kommuna fyri fáum árum síðan hevði vitjan av drottningini, var Sigrun boðin av kommununi í Hantsholm at hava eina listaframsýning í sambandi við vitjanina. Tá flutti Sigrun fram røðu og handaði drottningini ein málning.

Fyrstu árini vóru myndaevnini hjá Sigrun mest naturalistisk við denti á at lýsa dagligdagin hjá vanliga føroyinginum. Seinni er meira symbolikkur í málningunum - teir hava ein boðskap, sum fær fólk at steðga á og hugsa, sum onkur hevur tikiðtil; myndirnar hjá Sigrun festa seg á nethindina.

Sigrun hevur mangan fingið góð skotsmál frá ummælarum her heima eins væl og úti í heimi. Millum listafólk verður hon mett at vera eitt hitt mest originala listafólk í landinum.

Í mong ár hevur Sigrun verið skrivari í felagnum Føroysk Myndlistafólk. Nú er hon nývald í stýrið fyri Listasavn Føroya.

Frá 1998 til 1999 búði Sigrun saman við familjuni í eini lítlari bygd í Eysturgrønlandi. Hetta sást eisini aftur í teimum listaverkum, sum komu frá hennara hond tað tíðarskeiði. Har lærdi hon eisini kynstri at fletta kóp, soleiðis sum grønlendingar gera tað. Hon er eitt náttúrumenniskja og dámar væl at ganga í náttúruni.

Sigrun er abbadóttir navnframa listamannin Niels Kruse. Foreldrini eru: Brynhild, f. Kruse, og Gunnar Andreasen, bæði av Eiði. Hon er gift við Tordi Niclasen úr Sørvági. Tey eiga trý børn: Maria, 24 ár, Pætur, 20 ár, og Heini, 18 ár.