Sigrid er dóttir Johan Thomsen, ið var ættaður úr Fámjin og Annu, fødd Djurhuus úr Skemmuni í Porkeri.
Johan og Anna fingu 11 børn, og er Sigrid yngst. 20 ár vóru ímillum tað elsta og tað yngsta. Umframt Sigrid, eru 3 enn á lívi – Andrew Thomsen, handilsmaður, ið er giftur vit Fridu. Tey búgva í Porkeri. Elsa, ið er útbúgvin sjúkrasystir. Hon var gift við Ingálvi av Reyni, listamálara. Astrid var gift við Jákupi á Dul, heilsølumanni.
Hini systkini vóru Petra, vanliga nevnd Diddan, ið var gift við Niels Vang, handilsmanni í Havn. Jacob Thomsen var skipsførari, og var giftur við Inu. Tey búðu í Danmark. John Thomsen var maskinmeistari og seinni sýnsmaður hjá tryggingini. Hann var giftur við Jonhild, og búðu tey í Klaksvík. Fina var gift við Sigird av Reyni, ið var el-innleggjari og bilasølueigari. Hans Thomsen, vanliga nevndur Hanseman, var húsasmiður og arbeiddi mong ár sum landmálari á Matrikulstovuni. Hann var giftur við Annu Sofiu. Sofus Thomsen var í mong ár stjóri á Skála skipasmiðju. Hann stovnaði seinni Eysturoyar Heilsølu, sum hann var stjóri á til hann andaðist. Sofus var giftur við Marionnu. Eivind Thomsen arbeiddi á Gørðunum í Vági. Hann andaðist í 1941 bert 18 ára gamal.
Tá so mong systkin vóru, er skilligt, at lívligt var í Skemmuni. Longu tá Sigrid var fødd, vóru nøkur av systkjum hennara farin heiman. Onkur var í Danmark og tænti, onkur annar í læru ella sigldi úti. Men fleiri vóru tó enn heima.
Tað, ið altíð hevur sermerkt systkini í Skemmuni hevur verið samanhald og hjartalag hvørt móti øðrum. Tey eru komin regluliga saman heilt til elliár og hevur tað verið sera hugnaligt og stuttligt at verið saman við teimum.
Inni í Skemmuni búði eisini omman, vanliga nevnd Gamla Petra. Omman var ein serstøk gomul kona, ið var so ómetaliga hjartalig og minnast mong av teimum eldru hana við stórari gleði. Komst tú inn í Skemmuna, slapst tú ikki út aftur, uttan at hava fingið okkurt gott frá ommuni.
Tey í Skemmuni høvdu úthandilin hjá Garðamonnum í Porkeri, vanliga nevnd Skemmukrambúðin. Har arbeiddi fyrst abbin, Johan Djurhuus og síðan pápin, Johan Thomsen. Seinni yvirtók bróður Sigrid, Andrew handilin. Í hesum handli var eisini nógv at gera, og kom fólk ofta aftanná afturlatingartíð at biðja um okkurt, ið manglaði. Eisini var fiskaarbeiði í hesum handli.
Mong av systkjunum í Skemmuni dugdu væl at syngja og vóru musikalsk. Sostatt kom eisini sangur at sermerkja heimið í Skemmuni. Hetta setti eisini sín dám á samkomuna í Betania, har sangurin fyrr í tíðini var tiltikin góður.
Sum yngst av systkjunum í Skemmuni bleiv Sigrid verandi heima og kom at passa foreldur síni, tá tey fóru at eldast. Mamman var lamin, so tað kom væl við at hava yngstu dóttrina heima. Sigrid var eisini røsk og gjørdi alt tað húsliga arbeiðið til lítar. Og, tá jørð var í húsinum, passaði hon eisini kúnna og mjólkaði henni, bæði heima og tá gingið var til neytar um sumrarnar. Okkurt skifti høvdu tey enntá tvey neyt og seldu mjólk – tey seinnu árini til Vágs.
Fyrr, tá foreldrini hjá Sigrid enn vóru á lívi, komu børnini hjá systkjum hennara á hvørjum sumri suður í summarfrí og var tað Sigrid, ið tók sær av øllum. Tá var mangan lív í í Skemmuni, nógvir munnar at metta og klæðir at vaska og bøta. Men, alt hetta gjørdi Sigrid við einum smíli, hóast tað mangan mundi vera strævið. Sigrid hevur verið merkt at einum løttum lyndi og hevur hon altíð sungið, meðan hon hevur stákast.
Í 1952 giftist Sigrid við Daniel Poulsen í Nøgrum í Porkeri. Tey giftust inn í Skemmuna. Daniel var bilførari og hevði bussar og hýruvognar. Seinni róði hann út og seinastu árini arbeiddi hann í grótbrotinum í Porkeri. Daniel andaðist á sumri í 1998 og hevði, um hann hevði livað, fylt 80 hin 11. desember í ár. Sostatt vóru bert 9 dagar ímillum Sigrid og Daniel.
Sigrid og Daniel fingu 6 børn. Tvey teirra, tveir dreingir, andaðust á sumri í 1963 – Eyðun av sjúku bert 1 ára gamal og Petur 7 ára gamal, tá hann viku seinni rann út fyri ein lastbil. Hini børnini eru – Jonna, ið er sjúkrasystir og er gift við Tormóð Schrøter Thomsen, tannlækna. Tey búgva í Havnini. John er útbúgvin lærari og arbeiðir sum trúboðari. Hann er leiðari í Zareptalegunum í Vatnsoyrum. John er giftur við Rutt og búgva tey í Porkeri. Áki er útbúgvin skrivstovumaður. Hann er saman við øðrum eigari av fiskivinnustevnuni North Atlantic Fish Fair. Hann er giftur við Ásu, heilsuhjálpara, og búgva tey á Glyvrum. Yngst er Lív. Hon er útbúgvin sjúkrasystir og arbeiðir sum trúboðari í ættarbólki í Senegal. Sigrid eigur eisini 6 ommubørn.
Sum fyrr nevnt, so hevur Sigrid heilt frá ungum av verið ómetaliga dugnalig og røsk. Hon hevur ongantíð hildið seg aftur at taka hondina í, har tørvur hevur verið á tí, hvørki innan- ella uttandura. Sigrid luttók eisini í bilvirkseminum hjá manninum. Hon koyrdi sjálv hýruvogn. Frá seinna helmingi av 70-unum og til fyrst í 90-unum arbeiddi hon eisini sum heimahjálp.
Í samkomuni í Betania hevur Sigrid verið sera trúgv. Við síni góðu sangrødd hevur hon eisini stuðlað sanginum væl. Hennara partur hevur heldur ikki ligið eftir, tá tað hevur havt við reingerð og annað handaligt at gera har.
Tað, ið sermerkir Sigrid er hennara álit á Harran Jesus og er tað gott at kenna, hvussu trygg hon er í lívinum og nøgd við sín lut.
Nú er ikki sama lív í Skemmuni, sum tað var fyrr, tá húsið var fult av bæði børnum og vaksnum. Nú býr Sigrid einsamøll í Skemmuni, men trívist hon væl í fedranna bústaði. Hóast hon er komin væl upp í árini, er hon enn virkin. Hon bindir framvegis nógv ymiskt, eisini til heimavirkissølu og røkir framvegis heimið fyrimyndarliga.
Tá ein nær tey áttati, so eru bestu árini farin og lívskvøldið er av álvara komið. Men, kvøldið kann eisini vera vakurt, tá sólin er um at seta og kvøldarrodin so vakurt litar land og hav. Soleiðis uppliva mong Sigrid og heimið í Skemmuni í dag.
80 ára føðingardagurin hjá Sigrid verður hildin ónsdagin hin 20. desember kl. 18.00 í skúlanum í Porkeri, og eru øll hjartaliga vælkomin.