Signhild Joensen vann í dag gull á Danish Open 2017, tá ið hon í 200 metra ryggsvimjing á langgeil setti enn eitt føroyskt met og juniormet. Eitt met hon setti fyrr í dag. Nú tók hon metið í gullsvimjingini hjá sær við at svimja 2:14.01 í mun til 2:15.69 í morgun, skrivar svimjing.com.
Tíðin er eitt fult sekund undir nálatíðina til at vinna sær gullnál við stjørnu. Signhild Joensen var í morgun skjótast av øllum í innleiðandi riðlunum. Signhild svimur fyri Ægir í Klaksvík.
Tíðin hartil væl undir kravtíðina á 2:16.13 til HM í Budapest í summar, sum merkir at tey nú eru trý úr Føroyum sum eru kvalifiserað til ta stevnuna. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Signhild Joensen úr Ægir, umframt Pál Joensen sum tó mest sannlíkt ikki fer at luttaka í Budapest.