Signar hitar upp fyri Lukas

Signar í Homrum hitar upp til framførslurnar hjá Lukas Graham í Føroyum

Signar í Homrum hitar upp til framførslurnar hjá Lukas Graham í Føroyum

 

Poppbólkurin Lukas Graham hevur tvær konsertir í Føroyum í oktober mánaði. Fríggjakvøldið 23. oktober og leygarkvøldið 24. oktober spælir Lukas Graham í høllini á Hálsi í Havn.

 

Fyrra konsertin varð útseld eftir minni enn einum degi, og eykakonsertin hevur fingið góða byrjan í forsøluni.

 

Nú er greitt, at Signar í Homrum fer eisini at spæla á konsertunum við Lukas Graham. Signar hevur seinastu árini verið millum best umtóktu føroysku sangararnar, og hann skal hita upp til framførslurnar hjá Lukas Graham.

 

Signar í Homrum fer at framføra saman við John Johansen og Henning Nicodemussen, og teir fara at spæla sangirnar, sum Signar er kendur fyri at syngja.