Sigmund Jacobsen í KÍ komandi tvey árini

KÍ kunngjørdi í farnu viku avtalur við ungu spælararnar Mathias Samuelsen og Oddmar á Lakjuni, og nú hevur felagið eisini gjørt avtalu við Sigmund Jacobsen, um at hann verður knýttur at Formulaliðnum næstu tvey árini.

Tað boðar felagið frá á heimasíðu sínari í dag. - Vit hava styrkt okkum við nøkrum útlendskum spælarum til kappingina í ár, men tað er eisini umráðandi fyri okkum, at vit hava evnaríkar lokalar spælarar í 1. liðshópinum, og tí fegnast vit um avtalurnar, sum vit hava gjørt við fleiri ungar spælarar, sigur Palli Ziskason, stjóri sp/f KÍ við heimasíðuna hjá KÍ.