Siglingarávaring á Suðuroyarbanka avlýst

Fiskiskip hava fingið áheitan um ikki at trola á einum øki á Suðuroyarbanka sum er á stødd við eini triðing av øllum Føroyum, men tað skuldi ikki vera galdandi í allar ævir

Fiskiskip hava nú fingið áheitan um at fiska á einum øki á Suðuroyarbankanum. Orsøkin er, at nýggjur samskiftiskaðal er lagdur eftir botninum á bankanum og hann er so viðbrekin, at skip hava forboð fyri at fiska nærri enn hálvanannan fjórðing frá kaðalinum fyri ikki at oyðileggja hann.

Í løgtinginum í gjár vildi Hava Hergeir Nielsen av vita, hví kaðalin var lagdur ígjøgnum bankan og ikki eftir eini leið, sum ikki varð fiskileið.

Hann skilti boðini sum eini forboð og hann vísti á, at í boðunum til skipini var onki sagt um, at forboðið var tíðaravmarkað og skiparar harmaðust um hetta, tí talan var um eina sera góða fiskileið.

Bjørn Kalsø legði dent á, at talan var um eina siglingarávaring, sum ikki var galdandi í alla framtíð, men tað var galdandi í eitt styttri tíðarskeið, tí kaðalin skuldi tyrvast.

Tá ið kaðalin er tyrvdur, verður álagt skipum at vera 150 metrar frá kaðalinum.

Hann legði afturat, at tey høvdu hugsað um fiskiskapin og høvdu tískil lagt kaðalin eftir eini leið, sum skuldi erva fiskiskapin sum minst.

Annars vísti Landsstýrismaðurin á, at siglingarávaringin var avlýst aftur 4. november, men hann visti ikki um tað var komið nóg væl fram.